Margretha í Heimavirkinum

Heilt uttan fyri almennu skránna, og uttan, at nakar skuldi vita av, fór Margretha drotning ein privatan innkeypstúr í Føroyskt Heimavirki á Kongabrúnni í Havn

Næstu ferð, litaða danska vikupressan fer at vísa myndir av Nikolaj prinsi, verður tað kanska í føroyskari troyggju.

Omma hansara, Margretha II, drotning Danmarkar, var hvítusunnuaftan ein óalmennan handilstúr í Føroyskum Heimavirki á Kongabrúnni í Havn.

Tað var ikki við í skránni, at drotningin fór ein túr í Heimavirkið. Ørindini skuldu vera, verður sagt, at keypa eina føroyska troyggju til ommusonin, Nikolaj prins.

Myndamaður okkara, Jens Kristian Vang, var sum tann einasti á staðnum. Men trygdarvørðarnir hjá drotningini vóru ikki so fegnir um, at hann kom ov nær.

Tir høvdu kortini einki ímóti, at myndir vórðu tiknar av drotningini burturfrá.

Eftir innkeypstúrin fór drotningin beinleiðis umborð aftur á kongaskipið at gera klárt til mentanarkvøldið í Norðurlandahúsinum.liðið sleppur at stýra spælinum, og at teir gjørdust meira varnir í seinna hálvleiki viðførdi, at B36 fekk lagt eitt ávíst trýst á HB málið í pørtum av øðrum hálvleiki. Nakrir møguleikar spurdust eisini burturúr, men Piddi var ikki nóg neyvur, og Jákup drálaði og nógv, soleiðis at HB slapp við skrekkinum, tá mesti vandin var á ferð.

Í hinum endanum royndi HB at dúva upp á kontrabóltar, og hóast hetta onkuntíð viðførdi upptrekk til málmøguleikar, so skuldi eitt verjumistak til, áðrenn teir slógu sigurin fastan.

Herbert í Lon, sum ikki tykist serliga sannførandi í løtuni misti bóltin til Andrew, og so kundi HB taka eitt avrit av fyrsta málinum. Hesu ferð sendi Andrew bóltin til Bárð Mortansson, sum ósvikaliga trygt sendi bóltin framvið Trónda í málinum, og so var at kalla liðugt hjá B36.

Seinastu løtuna royndu teir at satsa. M.a. við at flyta Jens Kristian fram í álopið, men ov seint var, og ístaðin átti HB at økt um leiðsluna, tá Bárður valdi at skjóta, heldur enn at trilla yvirum til ein púra leysan Andrew av Fløtum.


Oddurin tódnar

Hóast tapið, so er B36 framvegis á ovastu rók í landskappingini, men spurningurin tykist í løtuni vera hvussu leingi?

Fyri framman hava teir tveir sera torførar útidystir, í Vági og í Gøtu, geva hesir ikki fulla úrtøku, er vandi fyri at grannarnir fyri norðan fara framum.

At døma eftir dystinum leygardagin er tó einki forgjørt í hesum. Seinastu dystirnar hevur nýggja HB-liðið prógvað, at teir í løtuni eru tað liðið í landinum, sum hevur besta samahangin í spælinum, og hava teir neyðuga hepnið, er als ikki ósannlíkt, at langtiðarætlan teirra fer at geva úrslit eini tvey ár fyrr enn væntað.


B36-HB 1-3 (1-2)

0-1: Pætur Dahl 3.

1-1: Magni á Lakjuni 20.

1-2: Andrew av Fløtum 21.

1-3: Bárður Mortansson 81.


Dómari: Lassin Isaksen


B36:

Tróndur Vatnhamar - Mikkjal Thomassen, Egil Zachariassen, Herbert í Lon Jacobsen - Magni á Lakjuni, Jan Guttesen, Ronnie Samuelsen, Jens Kristian Hansen, Dánjal Petur Johansen - Jákup á Borg, Håkan Lundholm


HB:

Bárður Johannesen - Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen - Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum