Margretha eigur at lata Fríðrik sleppa framat

Nógvir danir halda, at Margretha, drotning, eigur at fara frá um ikki alt ov langa tíð, so Fríðrikur og Mary kunnu taka við

Tað er tó ilt at siga, um hetta hevði verið úrslitið, um allir danir høvdu verið við í kanningini, sum Catinét Research hevur gjørt. Talan er nevnliga um eina kanning, sum er gjørd ígjøgnum internetið. Mett verður, at 70 prosent av danska fólkinum hava atgongd til internetið, og tað er serliga tað eldra ættarliðið, sum ikki hevur internet.
Men helmingurin av teimum, sum hava atgongd til internetið, siga, at Margretha drotning eigur at fara frá um ikki alt ov langa tíð, so Fríðrikur krúnprinsur og Mary Donaldson sleppa á trúnuna, áðrenn tey verða ov tilkomin.
Kanningin vísir eisini, at danir eru væl nøgdir við ta komandi drotningina. 54 prosent eru á einum máli um, at hon bar seg væl tann fyrsta dagin fyri almenninginum, men heili 83 prosent siga seg vænta, at hon fer at klára seg væl sum drotning.