Fyrst kunngjørdi Beatrix drotning í Niðurlondum, at hon fer frá, nú er Benedikt 16. pávi komin við somu boðum, og sambært einari meiningakanning halda tey flestu í Danmark, at Margretha drotning eigur at siga trúnuna frá sær.
Í kanningini, sum YouGov hevur gjørt fyri blaðið metroXpress, siga 25 prosent av teimum spurdu, at drotningin eigur at fara frá nú og at lata Fríðrik krúnprins taka við. Onnur 35 prosent siga, at drotningin eigur at fara frá, men tó ikki enn.
Sjálv hevur Margretha drotning sagt, at hon verður sitandi á trúnuni, til hon doyr.









