Margretha drotning ger film til Netflix

Drotningin er við í framleiðsluni av nýggjum spælifilmi til Netflix

(Jacob Jørgensen JJ Film/Free)

Heimskendi danski leikstjórin Bille August leikstjórnar ein nýggjan spælifilm, sum byggir á stuttsøguna »Ehrengard« hjá Karen Blixen.

 

Netflix boðar nú frá, at eingin annar enn Margretha drotning skal gera pallmyndina til filmin.

 

– Eg eri sera fegin um at vera ein partur av hesari verkætlan. Søgurnar hjá Karen Blixen hava altíð hugtikið meg, sigur Margretha drotning í einari fráboðan.

 

Hon hevur eitt nú gjørt dekoratiónir og búnar, sum koma at hava ein stóran leiklut í filminum.

 

– Eg havi roynt at tulka universið hjá Karen Blixen, og eg gleði meg til, at søgan um Ehrengard livnar upp á filmi, sigur drotningin.

 

Enn er ikki kunngjørt, hvør skal spæla høvuðsleiklutin í filminum, sum skal verða liðugur í 2023.

 

 

 

(Jacob Jørgensen JJ Film/Free)