Bretska Elizabeth drotning, sum doyði í gjár, var til tá heimsins longst sitandi núlivandi ríkisstjóri.
Harvið er Margreta drotning av Danmark nú tann longst sitandi ríkisstjórin í heiminum, skrivar Politiken.
Elizabeth drotning kláraði at sita í yvir 70 ár á trúnuni. Tann 14. januar hevði danska drotningin verið ríkisstjóri í 50 ár.
Karl kongur 16. Gustav, sum er svenskur kongur, er næstu Margretu drotning. Hann hevur veri15. september í ár sitið í 49 ár á trúnuni.
Hassanal Bolkiah hevur verið sultanur av Brunei í 54 ár. Tó varð landið ikki sjálvstøðug frá Bretlandi fyrr enn íð 1984. Tí eru ymsar fatanir av, hvar hann skal vera á listanum, skrivar Politiken.
Í donskum samanhangi hevur bara ein áður sitið longri á trúnuni enn Margreta drotning. Tað var Kristina IV, sum var kongur í næstan 60 ár frá 1588 til 1648.
Tá drotningin einaferð abdiserar, verður tað Fríðrikur krúnprinsur, sum skal taka við eftir hana.
Drotningin hevur áður givið til kennar, at hon ikki hevur ætlanir um at lata trúnuna til krúnprinsin, so leingi hon hevur góða heilsu.
Tað hevur hon eitt nú sagt svenska blaðnum Expressen í 2019.
– Mín støða er at sita alt lívið. Endamálið er fyri lívið, segði drotningin við blaðið og lat skilja, at tað – fyri hana – bara kann koma upp á tal at abdisera, um hon verður álvarsliga sjúk.
Tað er ikki alment greitt, nær Charles skal krúnast. BBC skrivar, at hann helst verður útnevndur sum kongur við hátíðarhald í morgin.
/ritzau/