»Fra den 1. januar 2018 at regne er efternævnte benådet med ridderkorset af 1. grad af Dannebrogordenen: Biskop over Færøernes Stift Jógvan Fríðriksson, Tórshavn.«
Soleiðis verður sagt í dag í fráboðan frá kongshúsinum, sum hevur heiðrað 51 fólk við riddarakrossi, harav tvey teirra hava fingið tann fínara heiðurin, sum er »kommandørkorset af 1. grad af Dannebrogordenen«.
Jógvan Fríðriksson er einasti føroyingur, sum er heiðraður hesaferð.










