Margreta drotning á CNN

Meðan Danmark stendur á einum enda og hátíðarheldur, at tað í gjár vóru fjøruti ár síðani, at Margreta drotning tók við trúnuni eftir faðir sín, hevur hetta eisini vakt áhuga hjá útlendskum fjølmiðlum. Amerikanska sjónvarpsstøðin, CNN, hevði í gjárkvøldið eitt lang portrett av danska regentinum í sambandi við hátíðarhaldið.

Tað er tann enski journalisturin, Max Foster, sum hevur verið í Danmark gjørt samrøðu við drotningina til portrettið, og hann himprast ikki við at rósandi orðum um drotningina.

– Hon var ógvuliga ímøtikomandi og fús at svara øllum spurningunum hjá mær, og samstundis var hon so erlig. Hon er ein imponerandi dama, tí hon hevur regerað í 40 ár, setði Max Foster við Ritzau.

Hann sigur, at kring allan heimin er áhugi fyri samrøðuni við donsku drotningina. Sjálvur heldur hann, at fólk eru hugtikin av danska kongshúsinum, sum er eitt av teimum elstu í heiminum.