Rithøvundurin, Margit Sandemo, er deyð, og tað er við stórari sorg, at familja hennara í kvøld boðar frá, at høvundurin stillisliga sovnaði burtur í heimi sínum í Skåne í nátt, 94 ára gomul.
Familjan sigur, at eftir ynski hjá Margit Sandemo sjálvari verður eingin almenn jarðarferð, men øska hennara verður í staðin stroydd í ánna Grunke í Noregi, har øskan hjá manni hennara eisini varð stroydd fyri 19 árum síðan.
- Eftir Margit Sandemo eru tveir synir, sjey ommubørn og tíggju oldurommubørn, sigur familja hennara í fráboðan í kvøld.
Bladkompaniet, sum hevur givið allar hennara bøkur út, visir í kvøld á, at tey fara at sakna Margit Sandemo ógvuliga nógv. Hon var eitt gott menniskja og ein stór kelda til íblástur.
- Hennara kreativitetur, góði humor og stóra lívsgleði skein gjøgnum bøkurnar, hon skrivaði. Vit eru henni æviga takksom fyri, at hon deildi sínar fantastisku bøkur við okkum og við túsundtals lesarar kring allan heim.
Bladkompaniet sigur í kvøld, at hóast Margit Sandemo nú er farin, verða hennara bøkur altíð í teirra hjørtum, verður lagt aftrat.
Margit Sandemo var norskur/ svenskur rithøvundur. Hon vaks upp í Svøríki og skrivaði á svenskum. Sum vaksin flutti hon aftur til Noregs, og hon hevði skrivað umleið 185 bøkur, nú hon andaðist.