Í dag, 10. oktober, fylla tvíburarnir Margit Hansen og Katrin Samuelsen 70 ár. Tær eru døtur Karolinu Magnussen av Kvíggjarhamri í Saksun og Jákup Hansen, bónda við Svartá í Saksun.
Margit er gift við Hanusi Hansen, ið er ættaður úr Norðragøtu. Tey eiga børnini Bergur, Johonnu og Finnur.
Katrin er gift við Eilifi Samuelsen, ið er ættaður úr Fuglafirði. Tey eiga børnini Sigrun og Jákup.
Lívsleiðirnar hjá Margit og Katrin hava øll árini ligið tætt at hvørji aðrari. Eftir realprógvið fór Margit at arbeiða á Apotekinum, og Katrin ferðaðist runt í hvørja bygd í Føroyum við mammubeiggjanum, Villa, sum pirka. Síðani valdu tær báðar sjúkrasystragerning-in.
Eftir at Margit hevði fingið sína útbúgving á Dronning Alexandrines Hospital, arbeiddi hon nøkur ár har, til hon fór til Århus og fekk útbúgving til heilsusystir og virkaði innan tað øki eina tíð. Eftir at hava verið leiðari á Hvíldarheiminum Naina eitt skeið, gjørdist hon deildarsjúkrasystir á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Seinastu árini til hon bleiv pensionerað virkaði hon aftur sum heilsusystir.
Katrin fekk sína útbúgv-ing á Amtssjúkrahúsinum í Næstved, og arbeiddi seinni nøkur ár á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum, til hon fór at arbeiða á oyrna-, nasa- og hálsdeildini. Seinastu árini til hon bleiv pensionerað arbeiddi hon á Røktar- og Umlættingarheiminum Lágargarði.
Tær eru grannar og eru saman um mangt og hvat. Nú báðar eru pensioneraðar hava tær frítíðarítrivini felags, og við teimum hava tær altíð ovmikið at gera, tað veri seg við svimjing, fimleiki, veving og alskyns ullarbeiði.









