Marginalskatturin er alt ov høgur

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at skattatrýstið í Føroyum er alt ov høgt og mælir til, at skattaskipanin verður endurskoðað

SKATTUR

Høgi marginalskatturin forðar fyri búskaparvøkstri og hevur við sær, at dugnalig starvsfólk og onnur ikki vilja búseta seg í Føroyum.
Marginalskatturin í Føroyum er so høgur, at arbeiðsgevarar hava trupult við at fáa fólk til arbeiðis. Løntakarar vilja ikki arbeiða meira enn neyðugt, tí ov nógvur skattur fer av inntøkuni. Hetta er ein álvarslig avbjóðing fyri føroyska vinnulívið, sum bløðir undir høga skattinum.
Tað skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag á síni heimasíðu í dag.
Samanborið við onnur lond hava føroyingar hægsta skattatrýst á lønarinntøku yvirhøvur. Skattaprosentið í Føroyum er 60 og hægri enn í bæði Danmark, Íslandi og Noregi.
Munur er á, hvussu skattgjaldarar í Føroyum verða raktir av høga marginalskattinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at fyri teir borgarar, sum búgva í teimum kommunum, har kommunuskatturin er hægstur, loysir tað seg minst at arbeiða eyka.
- Tey, sum forvinna millum 250.000 og 400.000 krónur um árið, rinda 60,5% í skatti av seinast forvunnu krónu. Í einstakari kommunu gjalda tey, sum forvinna meira enn 400.000 krónur um árið, 62,5% í skatti. Hetta merkir, at tey bert hava 37,5 krónur eftir av hvørjum 100 krónum, sum tey tjena. Í teirri kommununi, har skatturin er lægstur, er marginalskatturin 53%.
Av tí, at skatturin er ov høgur, og skattgjaldarin eisini skal gjalda MVG av vørum og tænastum, verður enn minni eftir. Sostatt verður lítið áhugavert at arbeiða eyka, og løntakarin vil heldur halda frí.
- Neyðugt er tí at endurskoða føroysku skattaskipanina, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.