Um tað skal eydnast at varðveita plássið í bestu deildini, so er tað neyðugt, at stig fáast burtur úr heimadystunum. Tað halda teir á Sandi, og samstundis iðra teir seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa stig burtur úr tøttu uppgerðini hósdagin, tá ið HB vann 1-0 á Sandi.
Avbjóðingin hesa ferð er aftur stór. EB/Streymur eigur nógvar góðar spælarar, men higartil í ár hevur tað ikki hilnast væl. Úrtøkan hevur verið so mikið soltin, at talan var um botnuppgerð, tá ið AB hósdagin vitjaði í Streymnesi. 2-1 heimasigurin bar við sær, at EB/Streymur slapp leyst úr botninum, men skal tað eydnast at vinna seg fram í kappingina um heiðursmerkini, sum teir í felagsliðnum halda, at teir hava nóg gott fólk til at vera við í, so er neyðugt við fullari úrtøku á Sandi ídag.
Higartil hevur B71 tapt tvær ferðir á heimavølli og vunnið eina ferð. EB/Streymur hevur tapt eina ferð á útivølli, og tvær ferðir er tað endað við javnleiki.