Favorittarnir í HB eru av álvara við at gera um seg í dag. Nú eru teir á odda 3-0 ímóti B71.
Triðja málið skoraði Andrew av Fløtum, eftir at Símun Rógvi Hansen hevði havt hondina á, tá ið Christian Høgni Jacobsen hevði roynt at lyfta bóltin upp um B71 málverjan.
Sandoyingar kendu seg snýttar fyri fríspark frammi við HB brotsteigin. Men dómarin var ikki samdur við sandoyingar, og í næsta álopi økti HB til 3-0.
Í løtuni er klassamunur í Gundadali.