Fótbóltur
Gøtumenn tóktist merktir av strævna dystinum móti KÍ hóskvøldið, tá teir runnu á vøllin á Skála sunnudagin. GÍ hevur annars støðugt verið eitt av liðunum, sum hevur amast heilt uppi at oddasessinum, men síðani teir rukku hesum, tykist bara hava gingið afturá.
Sunnudagurin skuldi helst brúkast til eina vend í so máta, men skulu gøtumenn síggja nakað positivt í dystinum, so er tað helst, at teimum eydnaðist at fáa stig við sær.
Skála hevði møguleikarnar
Skála sat nevnliga á tí allar mesta frá dystarbyrjan. Nú liðið aftur er um at vera fullmannað, tykjast teir spakuliga vera við at finna gomlu taktirnar framaftu. Við Paula G. Hansen sum kontrollerandi stýrimanni á miðvøllinum varð í løtum lagt stórt trýst á GÍ-málið, og fleri ferðir spurdust møguleikar eisini burturúr.
Fyrstu løtuna vóru gestirnir annars væl við, men spakuliga tóku vertirnir seg alt longur fram á vøllin. Teir áttu eisini størsta møguleikan, tá Bogi Gregersen varð spældur púrasta blankur, men skotið fór beint í krovið á Turi Geza.
Geza mundi eisini vera tann spælarin hjá GÍ, sum stóð sterkastur í myndini, tí so hvørt, sum minnuttirnir gingu, gjørdist yvirvágin hjá heimaliðnum alt størri. Einar tvær-tríggjar ferðir afturat gjørdist talan eisini um møguleikar, sum mugu roknast upp í 100% flokkin, men nærri enn einum skoti á stongina komu teir tó ikki. Og í so máta var talan um eitt symptomatiskt avrik hjá einum liði, sum í ár stríðast fyri at sleppa úr botninum, heldur enn at hugsa um heiðursmerki.
Gunnar mundi avgjørt
Og vildi heilt illa til, so kundi verið galin endi hjá Skála. Tí tá teir ikki megnaðu at skora, byrjaði GÍ at svara aftur. Fyri tað mesta varð hetta gjørt við longum bóltum niðan til Gunnar Nielsen, sum so mátti royna síni kynstur, og í yvirtíðini mundi hetta givið úrslit. Men vakra saksasparkið endaði á ovara partinum av tvørtrænum, og so var tann møguleikin farin.
At satsa álopsspælið einvíst upp á evnini hjá Gunnari tykist annars vera ein ikki heilt optimal loysn hjá GÍ. Áður hevur annars ligið væl fyri at toga miðvøllin fram við í álopsroyndunum, men tann parturin var at kalla eiðasørur sunnudagin.
Lagnudystir í væntu
Enn hongur liðið tó toluliga væl í oddinum, men skal hetta halda, verður skjótt neyðugt við sigrum. Ikki minst, tá EB/Streymur kemur í Sarpugerði komandi sunnudag í einum dysti, sum væl kann gerast eitt slag av skiljirist í oddastríðnum.
Skála hevur í sín part framvegis tungt við at sleppa úr botnstríðnum. Seinastu vikurnar hava taktirnar í spælinum annars verið á heilt góðari leið, men málini hava tó trotið. Hjá teimum verður talan um útidyst móti KÍ komandi vikuskiftið, og skal nakað munagott spyrjast úr hesum, verður neyðugt við í minsta lagi eins góðum avriki sum hesaferð, og helst málum afturat.










