Fótbóltur
Pætur Dam Jacobsen hevur sjáldan verið nakar málkongur. Í gjár varð 26 ára gamli leikaran, sum mest hevur spælt á miðjuni í ár, skiftur inn. Hetta skuldi vísa seg at loysa seg, tí hann hevði bert verið á vøllinum í eina lítla løtu, tá hann, Hans Pauli Samuelsen og Brian Olsen spældu væl saman í høgru síðu, soleiðis at Pætur D. Jacobsen gjørdist púra leysur og fekk sníkt bóltin til høgru fyri Geza Turi. Hetta gjørdist einasta og seinasta málið í dystinum.
Heimaliðið betri byrjan
Málið varð ikki skotið fyrr enn, tá fleiri enn 70 minuttir vóru spældir, so nógv skuldi verið hent frammanundan. Men tað hendi ikki so øgiliga nógv.
Tó so. Fyrstu minuttirnar hevði heimaliðið eitt ávíst trýst á málið hjá Geza Turi. Víkingarnir vóru tó raskir at verja fyri og fingu eisini nøkur mótálop hesa fyrstu løtuna.
EB/Streymur spældi í gjár rættiliga beinleiðis, meðan Víkingur var liðið, ið royndi at spæla bólt.
Bóltin til Súna
Tá fyrsta korterið var spælt. Vísti tað seg, at Víkingur byrjaði at fáa sína uppskrift at rigga. Bóltin til ein á miðvøllinum, sum spælir til Súna Olsen, ið neyvt leggur bóltin í annað borðið, so innlegg kemur inn ímóti Finni Justinussen. Trý tey fyrstu liðini í hesi uppspælinum riggaðu væl, men tá bólturin kom innfyri, so stóðu Sorin Anghel og Dánjal Davidsen fyri og skallaðu útfrá. Serliga Sorin Anghel stóð sterkur í miðverjuni hjá EB/Streymi, meðan ungu menninir kring hann gjørdi, tað teir kláraðu.
Soleiðis gekk tað mesta av seinnu helvt av fyrra hálvleiki. Víkingur royndi og EB/Streymur fekk onkran møguleika í mótálopum.
Harður dystur
Sum dysturin leið, blivu menn heitari og heitari, og beint fyri hálvleik sparkaðu Hans Jørgen Djurhuus Sorin Anghel í beini, soleiðis at miðverjin hjá EB/Streymi ikki fekk hildið fram. Burturúr hesum fekk nummar 15 hjá Víkingi eitt gult kort.
Í seinni hálvleiki helt hetta fram. Nógvir nærdystir á miðjum vølli, sum fleiri ferðir kundu útloyst kort á einum øðrum degi, men Ransin Djurhuus lat menninar spæla, so hansara partur lá ikki eftir, hóast bæði liðini kendu seg snýtt fyri lítil brotspørk.
Trý onnur gul kort vórðu eisini givin í dystinum, og onki av hesum var fyri fjantavesin. Í veruleikanum vórðu øll givin fyri at menn fóru í so harðliga inn í takklingar, so eitt ávíst undirhaldsvirði var í tí.
Heppið heimalið
Í seinna hálvleiki vóru hvørki Súni Olsen ella Sorin Anghel á vøllinum, og tað sást onkursvegna. Í verjupartinum vóru EB/Streymsleikarar ikki so stinnir, meðan stríði streymurin av Víkingaálopum var meiri óstøðugur.
Tó so. Tað var Víkingur, sum hevði bóltin og spældi betra spælið. Umframt at hava bestu málmøguleikarnar. Men so lýsnaði í spælinum hjá EB/Streymi í fimm avleveringar og so var støðan 1-0.
Soleiðis helt dysturin fram eftir málið. Víkingur hevði alt spælið, og vildi eisini hava okkurt brotspark, men í gjár vórðu burturvilstu marginalarnir funnir aftur, og tí eydnaðist EB/Streymi at vinna.










