Eg haldi tað var ein góður dystur. Fyrri hálvleikur var ógvuliga javnir, og tað vísti seg eisini, soleiðis sum nógv høvdu spátt, at málverjarnir komu at hava ein stóran leiklut. Soleiðis helt Rói Egholm fyri, tá vit spurdu hann um hansara áskoðan á dystin leygardagin, har hann var ein teirra, sum var staddur í bláu áskoðarafjøldini.
- Íslendingurin stóð ótrúliga væl, og tað gjørdi faktist, at Sámal ongantíð kom inn í dystin. Tá so Ingi eisini varð sera væl vardur, fekk Neistin steðgað einum stórum parti av álopsspælinum hjá VÍF, heldur Rói.
Eisini helt hann, at Neistin hevði teir vælkendu marginalarnir við sær, og sipar m.a. til, at teir megnaðu at halda sambandi við VÍF við líka, hóast teir tað einu løtuna vóru fýra móti sjey.
- Neistin hevði bæði marginalarnar og málverjarnar við sær í dag, og hetta var týdningarmesta orsøkin til sigurin, segði ein fegin Rói Egholm at enda.