Margháttlig framferð av einum landsstýrismanni

Er Karsten Hansen vorðin lækni, spyr Páll á Reynatúgvu speiskliga.

Páll á Reynatúgvi hevur sent ein skrivligan fyrispurning til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum, viðvíkjandi dialysuviðgerð í Føroyum.

 

Seinastu tíðina hevur nakað av kjakið stungið seg upp um, at Karsten Hansen hevur ætlanir um at seta á stovn eina dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

 

Páll á Reynatúgvu tykist vera ónøgdur við hesar ætlanirnar. 

- Hesi árini, sum dialysutoymið hevur virkað, hava tey ment ein fakligan førleika, sum ikki stendur aftanfyri líknandi toymir aðrastaðni. Heldur tvørturímóti. Fakliga dygdin er í hásæti, hóast sjúklingagrundarlagið kanska er í minna lagi til eina deild sum hesa í Føroyum, skrivar Páll á Reynatúgvu í viðmerkingunum til spurningarnar.

 

Páll á Reynatúgvu er ónøgdur um, at dialysutoymið á Landssjúkrahúsinum eftir øllum at døma ikki er kunnað um avgerðina.

Hettar er margháttlig framferð av einum landsstýrismanni, sigur løgtingsmaðurin.

 

- Undirritaði ber stóran ótta fyri at landsstýrismaðurin við síni ætlan skaðar væl virkandi dialysuviðgerðina í Føroyum, og í minsta lagi terir burturav fakliga førleikanum, við at skipa dupultfunktiónir á økinum.

 

Páll á Reynatúgvu skilir væl, at dialysusjúklingar vilja hava so lítla ferðing millum heim og sjúkrahús sum gjørligt, men heldur, at við væl útbygda ferðlukervinum er lítil orsøk at skupa eitt dialysutilboð í Klaksvík, serliga nú Eysturoyartunnilin verður veruleiki um fá ár.

 

Spurningarnir eru hesir:

1. Hevur landsstýrismaðurin tikið stig til at skipa dialysuviðgerð á fleiri sjúkrahúsum í Føroyum, herundir keypt útgerð til Klaksvíkar Sjúkrahús?
2. Hvør hevur virkað sum fakliga tilmælandi myndugleiki í støðutakanini?
3. Eru persónlig sambond sum ávirka støðutakanina hjá landsstýrismanninum?
4. Hvør hevur læknafakligu ábyrgdina av dialysuviðgerðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
5. Hvør er kostnaðurin av íløguni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
6. Hvør kemur árligi rakstrarkostnaðurin av viðgerðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at vera?
7. Hvussu nógvir dialysusjúklingar eru í Føroyum?
8. Hvussu nógvir dialysusjúklingar skulu viðgerast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?