Skattafría ferðaískoytið hjá tingmonnum hevur aftur verið uppi og vent í fjølmiðlunum. Hesaferð ikki generellu viðurskiftini, men viðurskiftini hjá ávísum tingmanni - Jóannes Eidesgaard, sum hóast hann hevur sýnt góðan vilja, ikki sleppur at gjalda tað aftur, sum løgtingsins formansskapur hevur lagt hann undir at fingið av órøttum.
Tað er sera løgið, at løgtingsins formansskapur kann leggja ein tingmann undir at hava fingið pengar av órøttum - og so nokta at siga honum, hvussu nógvar pengar hann - ja, nærmast hevur stolið!
Tað undraði mangan, tá tingmenn fyrr í ár hækkaðu løn sína við 10.000 krónum, at skattafría ferðaískoytið ikki var broytt samsvarandi. Tingmenn uttan fyri Havnina fáa millum 25.000 og 90.000 krónur skattafrítt um árið.
Tað eru hesar 90.000 árligu krónurnar, sum eisini Jóannes Eidesgaard hevur fingið. Formansskapurin hevur síðan gjørt av, at Jóannes Eidesgaard ikki hevur rætt til allan peningin, tí hann eigur hús og býr partvís í Havn.
Eftir at onkur í formansskapinum, Finnbogi Ísakson, Eyðun Viderø, Vilhelm Johannesen ella Edmund Joensen hevur likið hesar »loyniligu« upplýsingar til Dimmalætting, hevur formansskapurin gjørt av, at Jóannes Eidesgaard ikki eigur rætt til meira enn helmingin av skattafría ferðaískoytinum. Formansskapurin hevur eisini kannað aðrar tingmenn, men er komin til ta niðurstøðu, at tað bara er Jóannes Eidesgaard, sum hevur »snýtt« - men hann skal einki gjalda aftur!
Eingin ivi er um, at henda almenna viðgerðin av Jóannes Eidesgaard hevur skatt umdømi hansara. Hann bað alment um at fáa at vita, hvussu nógvan pening hann hevur fingið ov nógv útgoldnan, so hann kundi gjalda peningin aftur. Men svarið frá formansskapinum var púra greitt: Jóannes Eidesgaard fær einki at vita og kann tí einki gjalda aftur.
Hóast tað ikki verður sagt alment, so er tað alment kent, at skattafría ferðaískoyti hjá tingmonnum uttan fyri Havnina er ein kamuflerað kompensjatóin fyri, at teir ikki missa só nógv av síni borgarligu løn, sum tingmenn, sum búgva í Havn. At hetta ikki varð broytt, nú lønarskipanin hjá tingmonnum varð endurskoðað, styrkir henda pástand.
Skal okkara høga ting verða tikið fyri fult, so má formansskapurin spæla við opnum kortum. Hevur Jóannes Eidesgaard fingið pengar av órøttum, so eigur hann sjálvandi at rinda peningin aftur?!