Margháttlig raðfesting hjá Fólkaheilsuráðnum

Hans Pauli Strøm, fyrrv. Landsstýrismaður í heilsumálum
-----
Ein undarlig støða:
1) Forkvinnan í Diabetesfelagnum greiðir frá sínum ótta fyri øktu útbreiðsluni av diabetes-2 í Føroyum. Hetta ger hon í heilari opnu í Sosialinum undir yvirskriftini: “6000 føroyingar hava ein sníkjandi drepara”. Hon hevur eisini sera kritiskar viðmerkingar til politisku niðurlagingina av viðgerðartilboðunum til diabetessjúklingar.
Hon vísir eisini á neyðug átøk. M.a. er hon við eini heilari síðu aftrat í sama blað, undir yvirskriftini: “Sunnur matur skal vera bíligar enn ósunnur matur”

2) Í sama blað er ein heil síða frá Fólkaheilsuráðnum undir yvirskriftini: “Deiligt at vera føroyingur”, har eitt fólk frá hesum heilsupolitiska ráðnum eisini fortelur, at tey í Fólkaheilsuráðnum hava gjørt eina Facebook-síðu, har tey vilja hava okkum øll inn at fortelja, hvussu ræðuliga gott tað er at liva í Føroyum.
Týdningin av hesum boðskapi hevur fólkið hjá Fólkaheilsuráðnum útbreitt seg um í øllum miðlum nú í meir enn tvær samfullar vikur.

Fólkaheilsuráðið er sett við lóg at virka fyri betri fólkaheilsu í Føroyum, og at berjast ímóti teim sonevndu fólkasjúkunum, ið skaða okkara heilsu og dagligu tilveru. Ein av størstu fólkasjúkunum er júst diabetes-2, so sum forkvinnan í Diabetesfelagnum serstakliga væl greiðir frá.
Men Fólkaheilsuráðið setir heilt aðra dagsskrá og ruddar allar yvirskriftit, við at seta fólk í starv at útvega og upphevja gallupkanningar við boðskapinum um, hvussu ræðuliga deiligt alt er í Føroyum.
Eg undrist stórliga yvir hesa margháttligu raðfestingina hjá Fólkaheilsuráðnum. Haldi at Fólkaheilsuráðið eigur at lata reklamudeildirnar á Løgmansskrivstovuni og Ferðaráðnum yvirtaka hetta merkiliga eydnukanningarvirksemið – og aftur konsentrera seg um tær kjarnuuppgávur, sum ráðið – við sera avmarkaðum ressursum – er sett til at røkja.
Fólkaheilsuráðið varð skipað í mínari tíð sum landsstýrismaður og fekk til uppgávu at virka fyri at seta ta nýggju Fólkaheilsuætlanina fyri Føroyar í verk. Eg frøddist yvir samstarvið við Fólkaheilsuráðið tá. Og vóni, at tit finna aftur á leiðina.
-----