Bólkur D í fótbóltskappingini hjá monnum á oyggjaleikunum á Isle of Wight mátti avgerast á ein margháttligan hátt.
Í bólki D eru Áland, Saareema og Hebridurnar. Dysturin millum Áland og Saareema endaði við javnleiki 3-3, og bæði Áland og Saareema vunnu 2-0 á Hebridunum.
Hetta hevði við sær, at Áland og Saareema høvdu fýra stig í part, sama málmun við fimm vunnum og trimum taptum málum, og liðini eru jøvn innanhýsis.
Bert teir fýra bólkavinnararnir sleppa víðari til hálvfinalurnar, tí varð avgjørt at vinnarin í bólki D skuldi finnast á ein ítróttarligan hátt.
Tí møttu Áland og Saareema klokkan 14 á fótbóltsleikvøllinum hjá Rookley FC á Isle of Wight til eina margháttliga brotssparkskapping.
Tað endaði við, at Àland gjørdist sigursharrin í hesari brotssparkskappingini. Áland setti fýra av fýra brotsspørkum í netið, meðan Johan Sundman í álendska málinum bjargaði tveimum brotsspørkum hjá Saareema.
Áland er soleiðis komið víðari til hálvfinalurnar, har Áland skal spæla ímóti Guernsey.