Somikið áleiðis er komið inni í marghøllini í Vági, at graslíkisvøllurin nú verður lagdur á.
Vøllurin er av merkinum DOMO sportsgras, sum er størsti graslíkisframleiðari í Europa.
Hesin vøllurin er eisini mest brúkti graslíkisvøllurin í Føroyum
Tað er Føroya Møblasøla, Ide Møblar, í Tórshavn sum veitir graslíkisvøllin til høllina.
Føroya Møblasøla, saman við veitaranum, hava árligt skipað viðlíkahald av vøllunum kring landið.
Ide Møblar løgdu fyrsta graslíkisvøllin á í Havn longu í 1986.
Hefyri komu áleggjarar til Føroya at leggja vøllin, og gongur eftir ætlan, so verður sjálvur
graslíkisvøllurin í marghøllini klárur at taka í nýtslu í næstu viku.
Harafturat skulu rennibreytir og anað gerast.
Á myndini, sum er tikin fyrr í kvøld, sæst arbeiðið at leggja vøllin fara fram.