Í Íslandi 14. august 2011
Tann 22. juli var Noreg rakt av yvirgangsatsókn. 77 fólk lótu lív, og nógv fingu skaða í álopinum á stjórnarskrivstovuna í Oslo og summarleguna hjá AUF á Utøya. Tað er við stórari sorg, at NSSK og NFFS við hesum vilja sýna samkenslu mótvegis teimum, sum hava fingið skaða, teimum avvarðandi, teimum, sum hóraðu undan, og tí norska fólkinum.
Álopið var ikki bara eitt álop á nøkur einstøk menniskju. Tað var eitt álop á øll Norðurlond og tey virði, sum vit standa fyri. Fólkaræði, virðing fyri hvørjum einstøkum menniskja, opinleika og margfeldi. Virði, sum eisini eru grundleggjandi hjá norðurlendskum sosialráðgevum og sosialpedagogum. Tað eru summi, ið vilja gera seg inn á hesi virði. Summi, ið brúka ófatiliga framferð til at røkka málum sínum. Hesi eru lopin á tað besta, vit eiga.
Norðurlendskir sosialráðgevar og sosialpedagogar hava verið í Reykjavík í døgunum 11.– 13. august á ráðstevnuni “Welfare and professionalism in turbulent times”, har evni sum fak og vælferðarpolitikkur vórðu viðgjørd. Ráðstevnan váttaði margfeldið í Norðurlondum. Sosialráðgevar og sosialpedagogar møta nógvum ymiskum menniskjum í yrki sínum. Ymiskum menniskjum, sum hvør á sín hátt geva sítt íkast til fjølbroytt samfeløg. Margfeldi skapar rík lív og betri samfeløg. Uttan mun til etniskan uppruna, kynsligan samleika, skerdan førleika ella annað. Rúm er fyri øllum í inkluderandi Norðurlondum. Talan er ikki longur um “okkum” og “hini”. Vit eru øll “vit”.
Hendingarnar í Noregi geva okkum øllum eina ábyrgd. Ábyrgd av at byggja eitt samfelag fyri øll. Sosionomar og sosialpedagogar í Norðurlondum skulu standa á odda í stríðnum fyri margfeldi og rúmsáttum Norðurlondum.