Eisini Margarinfabrikkin verður við til Mentanarnáttina, sum verður í annaðkvøld, 7. juni.
Margarinfabrikkin bjóðar øllum at verða við til at uppliva fýra av feskastu, feitastu tónleikabólkunum, sum Havnin og Margarinfabrikkin hava at bjóða í løtuni.
Konsertin verður hildin soleiðis:
Klokkan 22: Frank in a Phonebox
Klokkan 23: Guðrun og Bartal
Klokkan 24: Guðrið Hansdóttir
Klokkan 01: Lover Lover
Konsertin verður á plattinum framman fyri Margarinfabrikkina í Tórsgøtu, og er ókeypis.










