Bogi Andreasen og Salua Manai verða gestir í morgunsendingini á Rás2. Ein samrøða við eigarnir av Skarv í Keypmannahavn verður eisini at hoyra ?Títt lív - títt val? nevnist stóra tiltakið fyri framhaldsskúlanæmingar, sum Margarinfabrikkin skipar fyri. Bogi Andreasen og Salua Manai frá Margarinfabrikkini koma í studio hjá Rás2 kl.10 at greiða frá tiltakinum ?Títt lív - títt val?, sum verður í Norðurlandahúsinum 29. og 30. apríl. Uml. kl. 9.40 verður ein samrøða at hoyra, sum Kári Mikkelsen hevur havt við Kirsten og Dánial Petur Thorsteinsson í Keypmannahavn. Kirsten og Dánial Petur hava rikið vælkenda føroyska vertshúsið Skarv í 33 ár.