Tað var um morgunin tann 24. august, at starvsfólk á Margarinfabrikkini varnaðust, at ein maður hevði gjørt herverk í hølunum, og at stórur vatnskaði var hendur.
Viðkomandi, ið hevði framt herverkið, lá tá og svav í hølunum, og hann var handtikin av løgregluni.
Vatnskaðin var ógvuliga umfatandi, og seinasta mánaðin hava handverkarar arbeitt við at umvæla skaðan, og nú er arbeiðið við at verða liðugt.
Á heimasíðuni hjá Tòrshavnar Kommunu, www.torshavn.fo, stendur at lesa, at Margarinfabrikkin letur upp aftur komandi mánadag, og tað eru tað ivaleyst nógv børn í høvuðsstaðnum, sum fegnast um.