Margarinfabrikkin letur 36.000,-

Í gjár, 1. februar, fekk Tú og Eg-ráðgevingin 36.000,- frá Margarinfabrikkini í Havn, sum herfyri skipaði fyri stóru stuðulsverkætlanini ?Ung hjálpa Ungum? Í verkætlanini ?Ung hjálpa Ungum? vóru nógv fjølbroytt tiltøk. M.a. kann nevnast, at Margarinfabrikkin gjørdi ?Ung hjálpa Ungum? t-shirtir og málningar, umframt at tey skipaði fyri einari stuðulskonsert, har kend føroysk nøvn eins og Guðrið Hansdóttir, The Ghost og Boys in a Band upptraðkaðu.

 

- Margarinfabrikkin hevur áður skipað fyri tiltakinum ?Børn hjálpa Børnum?, ið var sera væl eydnað. Tað er í veruleikanum herfrá, hugskotið til ?Ung hjálpa Ungum? kom, segði Linda Petersen, tá ið planet tosaði við hana í september í fjør. ?Ung hjálpa Ungum? verkætlanin snúði seg um, hvussu ung kunnu vera við til at hjálpa og stuðla øðrum ungum. Tað var eisini júst av hesi orsøk, at yvirskotið frá verkætlanini fór til Tú & Eg?ráðgevingina, sum helt eitt ára føðingardag í gjár.

Um Tú og Eg-ráðgevingina, segði Linda frá: -Vit vilja fegin vera við til at stuðla hesum frálíka tiltaki, sum hjálpir ungum í Føroyum, ið onkursvegna hava brúk fyri ráðgeving.