Margaretha fann føroysku vinkonuna

Týsdagin skrivaðu vit um at svensku hjúnini, Margaretha og Lennart Petersson vóru í Føroyum, og at Margretha leitaði eftir einari føroyskari gentu, ið hon kom at kenna í Hull í Onglandi í 1960/61. Tær plagdu at hittast inni á svensku sjómanskirjuni í Hull saman við fleiri øðrum norðurlendskum ungdómum. Eftir at greinin stóð í blaðnum, fekk Margaretha samband við føroysku gentuna, sum nú býr í Danmark. Hon eitur Maud Viberg (Olsen), og er úr Suðuroynni. Tær hava tosað saman í telefon og avtalaðu at hittast í august. Mikudagin vóru hjúnini Margaretha og Lennart á Sosialinum við einum blómutyssi, sum tøkk fyri at vit hjálptu teimum at finna vinkonuna.

Myndatekstur:

Lennart og Margaretha Petersson handa Magnusi Gunnarsson blómutyssi.