Bank of England hevur kunngjørt ein langan lista av tilnevndum fólki, ið kunna vera á nýggja £50 seðlanum. Millum tey tilnevndu eru Margaret Thatcher, ið eisini var kend sum “the Iron Lady”, og Steven Hawking.
Krøvini sum eru sett fyri at vera á einum seðla eru bert hesi, man skal vera deyður og hava klára at ment okkurt innan náttúruvísindi í Onglandi. Tað er ein langur listi, ið er kunngjørdur, á listanum eru fleiri enn 600 menn og 200 kvinnur. Bankin fekk meira enn 174.000 tilnevningar, og 114.000 tilnevningar nøktaðu krøvunum sum vóru sett.
Øll sum eru tilnevnd eru ikki komin inn enn, bankin heitir á fólk at halda á fram við at tilnevna fólk til seinastu freist, ið er tann 14 desembur.










