Marelkvotan verður 85.000 tons

Jákup Vestergaard sigur við Kringvarpið, at hann í dag hevur gjørt av, at Føroyar áseta sær sjálvum eina eginkvotu á 85.000 tons av makreli. Tað eydnaðist ikki landsstýrinum at tryggja føroyingum størri makrelkvotu í samráðinum, og í dag hevur Jacob Vestergaard tí gjørt av, at føroyingar áseta sær sína egnu kvotu.

Við Kringvarpið sigur hann, at kvotan verður 85.000 tons í ár.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur partvíst undirtøku fyri at áseta Føroyum egna makrelkvotu.

- Fólk eru sjálvandi ymisk á máli, men eg havi so partvísa undirtøku fyri at útskriva eginkvotuna á 85.000 tons av makreli, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum við Kringvarpið.

Hann ber ongan ótta fyri, at hini strandalondini, Noreg og ES, fara at taka nøkur stig í sambandi við føroysku avgerðina í makrelmálinum.