Marco Polo eldásetingin í rættin hósdagin

Tann ákærdi í málinum um eldásetingina á matstovuna Marco Polo hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan oktober í fjør, meðan málið hevur verið kannað. Nú er tó komið á mál við kanningunum og ákæra verður reist hósdagin.

Maðurin, ið seinastu tríggjar mánaðirnar hevur sitið varðhaldsfongslaður, meðan kannað hevur verið, um tað var hann, ið tann 18. oktober í fjør setti eld á matstovuna Marco Polo, verður hósdagin ákærdur í Føroya Rætti fyri hesa brotsgerðina. Dómarin ásetti í fyrradagin, at málið skal byrja í Føroya Rætti fyrrapartin hósdagin klokkan tíggju. Allur hósdagurin og eisini allur fríggjadagurin eru í Føroya Rætti avsettir til Marco Polo málið.


Goldið øðrum

Á sama rættarfundi, sum avgjørt varð, at málið skuldi takast upp hósdagin, varð eisini avgjørt at leingja varðhaldsfongslingina eina viku afturat, soleiðis at ákærdi ikki kann ávirka vitnir og annað, ið hevur við málið at gera.

Maðurin, ið skuldsettur er fyri at seta eld á Marco Polo, verður eisini skuldsettur fyri at hava goldið einum øðrum pening fyri at hava sett eld á matstovuna Skáan 11. januar 1997. Tann, ið fekk peniningin hevur játtað, at tað var hann, ið setti eld á Skáan. Men hann hevur eisini borið fram, at tann, ið er skuldsettur í Marco Polo málinum, bað seg seta eld á Skáan fyri 10.000 krónur.

Tann 26 ára gamli ákærdi í Marco Polo málinum er bæði mental- og persónskannaður, fyri at finnast kann út av, um sálarlig sjúka er atvoldin til brotsgerðina.

Meðan tann skuldsetti hevur sitið varðhaldsfongslaður, eru nógvar kanningar farnar fram. Tekniskar kanningar eru gjørdar í og kring matstovuna, og hópur av vitnum eru avhoyrd. Eitt eygavitni hevur sagt, at tað við vissu sá ákærda á gerningsstaðnum, um tað mundið eldur kom í.


Partaeigari

Ákærdi var sjálvur partaeigari í Marstovuni Marco Polo og arbeiddi hann eisini har sum kokkur eitt tíðarskeið. Men hann og hinir eigararnir eintust ikki. Ósemja var um, hvussu innkeypini til matsovuna skuldu fara fram, og tískil gavst ákærdi í matstovuni. Hetta, heldur løgreglan, er góð grund fyri, at maðurin seinni skal hava sett eld á matstovuna.

Ákærdi hevur eisini arbeitt sum kokkur í Skáanum, ið hann verður skuldsettur fyri at hava goldið fólki fyri at seta eld á.

Ákæri noktar seg sekan í ákærunum.