GÍ
Tað er einki at ivast í, at lagið á fótbóltslagið í Gøtu er kvinkað nakað væl uppeftir, nú liðið eftir tríggjar sigrar er klintrað nakað frá niðurflytingarstrikuni.
Ikki minst á leiðslusíðuni tykist gleðin um hetta vera stór, tí hóast tosað hevur verið um møguleika fyri venjaraskifti í úrtíð, so leggur formaðurin dent á, at tey alla tíðina hava havt trúnna uppá, at gongdin fór at venda.
- Tað var sjálvandi øgiliga strævið, tá tað gekk so illa, men eg haldi ikki, at vit í nevndini hava upplivað nakað beinleiðis trýst. Sjálvandi hava vit fylgt gongdini, men tað gert tú eisini, um tað gongur væl. Men fyrst og fremst, so hava vit trúð uppá, at gongdin fór at venda. Í fleiri av dystunum var spælið eisini á eini góðari leið, hóast úrslitið ikki var tað, so tað var bara ein spurningur um tíð. Og tíbetur hevur tað so gingið rætta vegin seinastu umførini.
Tosað hevur verið um, at GÍ er í ferð við at fremja eitt ættarliðsskifti, og at krøvini til úrslit tí hava verið sett niður í eina tíð, men sjálvur vil formaðurin ikki meira enn partvíst taka undir við hesum.
- Vit hava jú vita av hesum í eina tíð. Men hinvegin haldi eg ikki, at vit í allar ævir skulu skjóta okkum undir hetta. Fyrr ella seinni vilja vit eisini síggja úrslit, men fyrst og fremst, so ræður um at vísa tol, og tað hevur tíbetur víst seg at geva úrslit í hesum føri. Í øllum førum, sum støðan sær út nú, heldur hann.
Málverjan verandi
Brandur upplýsir annars, at GÍ nú hevur gjørt endaliga leiguavtalu við VB/Sumba um pólverska málverjan, Marcin Dawid.
- Vit hava jú verið sera óhepnir á málmanspostinum í ár. Hallur fór jú niður, og Meinhardt, sum skuldi loysa av, varð skaddur longu í venjingardysti. Vit fingu so Hall upp aftur í nakrar vikur, og so gjørdu vit eisini leiguavtalu um Marcin í nakrar vikur. Nú hevur tað so víst seg, at Meinhardt enn ikki er komin veruliga fyri seg, og tá Marcin samstundis hevur spælt væl, hava vit gjørt av at leingja avtaluna. Vit halda í øllumf ørum, at tað er betri, um vit hava tveir góðar málverjar, heldur enn ongan, sigur GÍ-formaðurin at enda.










