Leingi hevur ljóðað fyri vist, at Marcin Dawid skal verja HB-málið komandi ár. Hetta bleiv váttað á HB-heimasíðuni í gjár. Bárður Johannesen, sum hevur vart HB-málið seinastu 8 árini, hevur boðað frá, at hann gevst við Formula-fótbólti, og tí var greitt, at nýggjur málverji skuldi finnast.
Hendan hevur HB so funnið í VB/Sumba. Marcin Dawid hevur seinnu árini prógvað, at hann avgjørt telist millum stinnastu málverjarnar í landinum, og hann átti sín avgjørda leiklut í, at VB/Sumba eisini skal spæla Formula fótbólt í næsta ár.
Hartil er skiftið eitt sindur søguligt. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, í øllum førum í nýggjari tíð, at HB hevur útlendskan málverja millum stólparnar.