Marcin Dawid gevst í HB

Eftir fimm ár sum málmaður hjá HB gevst Marcin Dawid nú í felagnum og fer heimaftur til Pólands.

 

31 ára gamli Marcin Dawid kom til Føroya í 2003 at verja málið hjá Sumba, og hann spældi eisini eitt kappingarár við GÍ.

 

Í 2007 flutti Marcin Dawid til HB at spæla, og hann hevur spælt 90 dystir fyri havnafelagið síðani. Hann var við til at vinna tvey meistaraheiti.

Bæði Pf. Havnar Fótbóltur og Marcin Dawid sjálvurm undirstrika yvir fyri heimasíðuni hjá HB, at partarnir eru samdir um at steðga samarbeiðinum her og skiljast í allar bestu semju.