Fótbóltur
Sørvingar tykjast veruliga at brynja seg væl til avbjóðingar komandi kappingarár. Felagið hevur tryggjað sær tveir gamlar útlendskar kenningar í føroyskum fótbólti.
Talan er um 32 ára gamla Marcelo Marcelino og 30 ára gamla Messias Perreira, sum báðir hava spælt við B68, umframt at Messias eisini hevur verið í NSÍ.
Í kappingarárinum 2000 varð framherjin Marcello kosin besti leikari í Føroyum
SÍ vann 3. deild í fjør, og skal sostatt royna seg í aðru deild í ár. Veteranurin Jens Erik Rasmussen, sum hevur spælt í nógvum ymiskum feløgum, og Jógvan Páll Joensen verða í ár venjarar í Sørvági.











