Ungarin Marcell Balog er framvegis í EB/Streymi. Í mánadagsútgávu okkara bóru vit tíðindi um, at ungi áleyparin var farin aftur til heimlandið, og at samstarvið millum hann og EB/Streym var slitnað. Seinni parturin av hesari søgu var ikki sannur. Marcell Balog er framvegis í EB/Streymi og hevur sáttmála við felagið. Rætt er tó, at ungarin er farin til heimlandið. Hann hevur havt trupulleikar við fótinum í rúma tíð, og ætlandi skal hetta fáast upp á pláss í Ungarn, soleiðis at Marcell Balog aftur kann spæla fótbólt – fyri EB/Streym.