Fótbóltur
Tað er eingin ivi um, at Real Madrid ynskir at fáa Cristiano Ronaldo í sín hóp. Felagið vil ganga langt fíggjarliga fyri at fáa undirskriftina hjá 23 ára gamla portugisanum. Viðhaldsfólkini eru eins íðin, og ikki minni tann skrivandi parturin av fjølmiðlunum í spanska høvuðsstaðnum. Spanska ítróttarblaðið »Marca«, sum varð stovnað í 1984, hevur ein lesaraskara, sum er langt omanfyri 2 milliónir fólk. Nógv av hesum eru Real Madrid fjepparar, og er tað tí eisini ein góð forrætning hjá Marca at stuðla Real Madrid í stríðnum fyri at fáa Cristiano Ronaldo at skifta regnið í Manchester um við sólina í Madrid. Í Spania er tað nevnliga so, at ítróttarbløðini favorisera eitt lið. Blaðmennirnir hjá Marca dyrka Real Madrid, og fara illa við FC Barcelona, meðan blaðmennirnir hjá t.d. El Mundo Deportivo dyrka FC Barcelona, og fara illa við Real Madrid. Men Marca – eins og Real-viðhaldsfólkini – stillar eisini krøv. Tað er gott at gerast spanskur meistari, men kiksini í Champions League eru ikki til at bera, so har mugu spælarar útvegast til tað hvíta liðið í Madrid, so Real Madrid aftur kann greiða sín evropeiska setning.
Brúka spælarar
Men hvat gert tú, tá spælarin, sum tú skalt fáa til Real Madrid, longu spælir í Heimsins best umtókta felagið, sum haraftrat er evropeiskur meistari? Og so fær Ronaldo eisini astronomiskar upphæddir í løn frá Manchester United.
Í strembanini at fáa Ronaldo til Real Madrid hevur Marca gjørt nógv burtur úr at hava samrøður við Real Madrid spælarar, sum ynskja at fáa Ronaldo sum liðfelaga til komandi kappingarár.
– Eg hevði ynskt, at Cristiano var í Real Madrid, tí tað er betri at hava hann, sum liðfelaga, enn at hava hann sum mótstøðumann. Hann hevði heilt víst verið væl móttikin í felagnum, eins og eg bleiv tað. Men tað er sjálvandi upp til hann at taka støðu til framtíð sína.
Soleiðis málbar portugisiski landsliðsleikarin, Pepe seg í samrøðu við Marca.
– Tað hevði ikki verið so býtt at keypt Cristiano Ronaldo. Øll feløg ynskja slíkar fótbóltsspælarar. Júst nú er hann ein av heimsins bestu fótbóltsspælarum, fyri ikki at siga tann besti. Og hann vil til eina og hvørja tíð verið væl móttikin í hópi okkara.
Hesi orðini eigur Sergio Ramos í einari aðrari samrøðu við Marca. Lokali arvafíggindin hjá Real Madrid er Atletico Madrid. Fyri at bera brennið til bálið, sum skal kynda í áhugan hjá Ronaldo at koma til Real Madrid, so hava teir í Marca eisini gjørt eina samrøðu við Fernando Torres, sum er gamla hetjan hjá Atletico Madrid, og núverandi hetjan hjá arvafíggindanum hjá Manchester United, Liverpool.
– Hann (Ronaldo, blðm.) hevði verið eitt fantastiskt keyp til næstan ein og hvønn prís. Um tað endar við, at Real Madrid keypir hann, so hevði tað verið eitt stórt keyp.
Hetta segði so Fernando Torres í sínari samrøðu við Marca.
Søgur
Fyri at halda gongd í eldinum, verða hópatals søgur bryggjaðar, og Real Madrid verður støðugt sagt at vera størri, sterkari og betri umtókt enn Manchester United. Sagt verður frá í Marca, hvussu handlikraftigir og avgjørdir Real Madrid eru, og at teir hava veruligar fíggjarligar musklar at spæla við. Sagt verður frá hvussu persónliga ólukkuligur Cristiano Ronaldo er at skula spæla við Manchester United. Felagið, sum Ronaldo hevur vunnið Premier League og Champions League við. Hetta tí hann verður hildin í norðuronglandi ímóti hansara egna vilja.
Og sjálvur hevur Cristiano Ronaldo so ikki gjørt tað stóra fyri at avlíva søgurnar. Við portugisisku sjónvarpsstøðina, RTP segði hann síðst í mai:
- Dreymurin hjá mær er ein dag at spæla við Real Madrid. Tú hevur væl eisini dreymar? Hetta er so dreymurin hjá mær. Eg havi sáttmála við Manchester United, og tú mást práta við teir. Tað kann verða okkurt nýtt hendir í næstum, men eg havi so ikki sjálvur skrivað undir nakað hjá Real Madrid.
United má verða við
Samráðingarnar um ein sáttmála kunnu tó ikki byrja, fyrr enn Manchester United sigur gott fyri at selja dýrgripin hjá sær. Marca vóru skjótir úti við einari søgu, um at Real Madrid hevði boðið 80 miljónir evrur fyri Ronaldo. Helvtina í reiðum peningi, og hin helvtin skuldu avreiðast við at lata Robinho fara til Manchester United. Nakrar dagar seinni skrivaði Marca, at Manchester United kundi ganga við til 50 miljónir evrur í reiðum peningi, umframt Diarro, Robinho og Sergio Ramos, sum allir skuldi gerast partur av hópinum hjá Manchester United. Ein handil, sum við áljóðandi marknaðarvirðinum hjá Diarro, Robinho og Ramos hevði havt eitt virðið uppá 140 miljónir evrur, also yvir eina miljard krónur!
Síðst í mai hevði nevndin í Real Madrid fund. Marca hevði onkursvegna eina »keldu« við til stýrisfundin. Dagin eftir kundu fólk lesa í Marca:
- Forsetin, Ramon Calderon lyfti høvdið upp frá pappírum sínum, sá uppá stjórar og leiðarar, og segði: »Arbeiðið er gjørt. Nú eru vit tengdir at spælaranum (Ronaldo, blðm.). Hann sleppur alment at boða frá, at hann vil koma til Real Madrid.«
Soleiðis varð endurgivið í Marca. Leiðslan í United er sera ørg inn á allar søgurnar, sum hava staðið í Marca, og eru teir eisini argir inn á Real Madrid, og hevur tað eisini ført til, at Manchester United hevur kært Real Madrid til FIFA fyri teirra óregluliga framferðarhátt. Men hvat tað endar við, vita vit ikki, fyrr enn EM er av.