Marc Johnson til Føroya at rappa

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið framførir kendi danski rapparin Marc Johnson í ávikavist Eclipse í Havn og Mentanarhúsinum í Fuglafirði, skrivar byin.fo í kvøld

Tíðindaskriv


Kendi danski rapparin Marc Johnson kemur komandi vikuskiftið til Føroyar at hava tvær konsertir. Tann fyrra verður fríggjakvøldið í Eclipse og tann seinna leygarkvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Marc Johnson, ið vann heiðurin sum besti danski hip hoppari á MTV Awards í vár, fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í fjør við útgávuni “Det passer..”. Løgini á fløguni svinga væl, og tekstirnir bera brá av sjálvspeii og skemti.

Hann byrjaði sína yrkisleið sum 15 ára gamal undir heitinum ‘Niggerenislæden’. Í 1999 var han limur í rapparabólkinum ‘B.A.N.G.E.R.S. Eitt skifti royndi hann seg sum rappari í Svøríki, og í 2004 vendi hann heimaftur til Danmarkar at rappa saman við vinmanninum Ralle Malone. Teir báðir góvu út fløguna ‘ Johnson & Malone’, sum varð sera væl móttikin. Og nú rappar Marc Johnson so aftur einsamallur skrivar byin.fo