Í gjár, hósdagin 11. august, fylti Robert Vilhelmsen í Havn seksti ár. Føðingardagin helt hann í Danmark saman við familjuni.
Robert Vilhelmsen er eitt kent navn innan frælsa ítrótt í Føroyum. Hann var formaður í Bragdinum árini 2002-08 og gjørdi eitt megnararbeiði. Sum dømi kann nevnast, at hann er høvuðsmaðurin handan Tórshavn Maraton, sum fór av bakkastokki í 2003, og sum síðani hevur verið runnið hvørt ár, og hann gekk eisini á odda at skipa fyri ungdómsarbeiði og venjing í Bragdinum.
Sjálvur er Robert garvaður maratonrennari, hevur luttikið í eini ørgrynnu av kappingum kring heimin. Nevnast kann sum dømi, at hann hevur runnið á kinerska múrinum, á dekkinum á stórum marglætisskipi í Karibiska Havinum, í Berlin, London, og seinasta heyst runnu hann og kona hansara klassiska teinin í Grikkalandi. Í 2010 vóru 2500 ár liðin, síðani Pheidippides rann teinin úr Marathon til Athen at boða frá, at grikkar høvdu sigrað á persum.
Sítt fyrsta maraton rann Robert í Keypmannahavn við tíðini 3 t. 20 m, og hóast hann hevur verið smáskaddur seinastu tíðina, so vónar hann at vera við til Tórshavn Maraton nú sunnudagin 4. september.
Ikki færri enn 30 ár hevur Robert arbeitt á Elektron í Havn. Eftir tað var hann rakstrarleiðari nøkur ár á Alm. Brand í Lyngby, og seinastu fimm árini hevur hann verið verkætlanarleiðari í BankNordik í Føroyum og í
Danmark. Seinastu útbúgving sína: MBA í altjóða strategiskari leiðslu tók hann í Aalborg í 2007.
Robert Vilhelmsen og kona hansara Maria, ættað úr Vági, búgva við Brøttubrekku í Havn. Tey eiga trý børn og fýra ommu- og abbabørn.
Vit í Bragdinum ynskja Roberti hjartaliga til lukku við runda degnum og takka honum fyri samvitskufult og slóðbrótandi arbeiði tey árini, hann var formaður okkara.
------
Óli










