Motorsúkklufelagsskapurin Eysturoyar MC skipar fyri einum sonevndum EMC-marathon leygardagin 12. juni. Endamálið við tiltakinum er at náa ellivu oyggjar í Føroyum sama dag. Hugskotið er, at súkklurnar so vítt gjørligt koyra runt á teimum oyggjum, sum vitjað verður á. Tær ellivu oyggjarnar eru: Eysturoy, Borðoy, Kalsoy, Kunoy, Viðoy, Streymoy, Vágar, Nólsoy, Hest, Sandoy og Suðuroy.
Jan Danielsen og Jackie Sachau frá Eysturoyar MC siga í samrøðu við Bilradio á Rás2, at hóast súkklurnar skulu koyra á teimum ymisku oyggjunum verður ongantíð koyrt við meira enn hægst loyvdu ferð.










