Marathonkapping

Tað var sum í gomlu talvdøgunum tá indiska meistaraheitið bleiv telvað í desembur. Kappingin fevndi nevnliga um 23 umfør

Talv

Óhoyrt er í nýggjari tíð, at leikt verður fleiri enn 12-14 talv í kappingum. Tiltikna stórmeistarakappingin Wijk aan Zee í Hollandi hevur á hvørjum ári fjúrtan telvarar og trettan umfør. Hetta er nógv samanborið við aðrar kappingar kring vesturheimin. T.d varð landsliðsbólkurin í FM á páskum leiktur yvir ellivu umfør. Sum luttakandi kann eg helst siga fyri flest allar, at tað var møðsamt at berja seg ígjøgnum mongu talvini. Orsøkin er, at vit í vesturheiminum ikki eru von við so mong umfør pr. kapping.
Men í India taka tey sær tíð til talv eins og gamalt var í 19. øld og í fyrru helvt av 20. øld. Heimsmeistararnir Steinitz (HM 1886-94) og Lasker (HM 1894-1921) kendu eitt nú ikki til annað enn drúgvar kappingar, har úthaldnið av álvara bleiv testað.

Trýmansdystur
Stutt innan meistaraskapurin byrjaði, hevði stórtalentið og unga tannáragentan Koneru (2485) vunnu meistaraskapin fyri kvinnur. Hon sigraði við sekstan stigum av seytjan møguligum (!). Eftir almenna meistaraskapin, har hon eisini luttók, hevur hon tískil leikt 40 vanlig talv innan tveir mánaðar í einans tveimum kappingum!
Tað varð eisini Koneru sum legði best til brots millum hini 23 mannfólkini. Eftir tíggju umførum lá hon á einum deildum fyrsta plássið við Ganguly (2531), men síðani fór júst Ganguly solo. Leingi hevði Ganguly lutfalsliga trygga leiðslu. Tá tjúgunda umfar varð av, hevði 17 ára gamli Harikrishna (2570) tó fingið um endan á oddamanninum. Beint aftanfyri teir lá Chanda (2504) og lúrdi.
Seinastu trý umførini bleiv tað somikið javnt, at innan seinasta umfar lógu allir tríggir javnir við 16,5 stigum. Tvey stig aftanfyri trio´ina kom Koneru, sum loksins eisini endaði á einum heiðurligum fjórða plássi.
Harikrishna megnaði ikki at vinna sítt talv eins og Ganguly og Chanda gjørdu í 23. umfari, sum varð hitt seinasta. Ganguly bleiv kosin indiskur meistari - vegna betri mótstøðustig enn Chanda ? við 17,5 stigum. Ganguly tapti einans eitt talv.
Anand (2764) hevur ikki leikt í meistaraskapinum síðani hann seinast í áttatiárunum tríggjar reisir vann heitið. Síðani er trifremsti telvari í heiminum vorðin alt ov sterkur til kappingina, sum oftani fevnir um telvarar við 2200-2600 rating. Næsterkasti indari í løtuni, Sasikiran (2679), sum vann Politiken Cup í summar, luttók heldur ikki.
Vinnaraviljin í kappingini kom rættiliga til sjóndar hóast mongu umførini. Fáir skjótir javnleikir og aloftast lang og drúgv talv, eisini ímóti endanum av kappingini. Tí tykist tað nærum láturligt tá vit síggja elitutelvarar taka nakrir skjótir javnleikir í einari kapping við níggju umførum ?fyri at spara um megina?.