marathon
Aftur í ar fara føroyskir og útlendskir rennarar at kappast í Tórshavn Marathon. Hetta er fjórða ferðin, at kappingin verður skipað, og undanfarnu árini hevur luttøkan verið heilt góð.
Tað er tó ikki so, at bert rennarar, ið taka allan marathon-teinin, kunnu taka lut. Skipað verður eisini fyri kapping á hálvum teini, eins og stuttleikarenning fyri vaksin og børn verður skipað yvir ávikavist 5,8 og 3 kilometrar.
Higar til hava 73 rennarar teknað seg til renningina, og av hesum hava tey 24 sett sær fyri at renna allan marathon-teinin, har renningin samstundis er FM-kapping.
Renningin byrjar klokkan 13, og er starturin í Miðbýnum. Teinurin, sum skal rennast, eru fyrst 5,8 kilometrar í býnum. Síðani verður móti Kaldbak, aftur til Havnar, fram við Strond og so aftur til Miðbýin, har málið eisini er. Kort yvir teinin, har drykkipostar eisini eru frámerktir, sæst á síðuni, www.torshavnmarathon.com.
Klokkan 17 verða vinningarnir handaðir fremstu rennarunum.