Talan var um sonevnda marathon-kapping, sum upprunaliga skuldi skjótast 29. desember, men sum varð útsett vegna veður. 11 skjúttar tóku lut í kappingini – 6 í compund og 5 í recurve.
Hvør luttakari skeyt 240 pílar, og talan gjørdist um sera spennandi kapping. Ikki minst í compound, har bara eitt stig var ímillum Schandorff Vang, sum vann, og Kaj Johannesen, ið gjørdist nummar tvey.
Í recurve vann Eggaba Andreasen frammanfyri Teit Dalsgarð og Anniku Vang.
Eisini var kappingin sett saman sum parskjóting, og har vunnu Sigrid og Schandorff Vang kappingina í compound, meðan Eggaba Andreaen og Teitur Dalsgarð vunnu kappingina í recurve.
Øll úrslitini frá kappingini síggjast á heimasíðuni, www.faroese-archery.com.