Til frama fyri neyðstødd verður skipað fyri stórari konsert í Klaksvík í dag. Konsertin byrjaði kl 14.00 og heldur fram til kl. 02.00 í nátt. So konsertin kann av rættum kallast ein Marathonkonsert.
Á konsertini ber eisini til at stuðla hjálpararbeiði við at byggja barnaheim í India og Afrika
Tað er »Barka« - barka.fo; sum skipar fyri hesum tiltaki, saman við fleiri øðrum.
Teir bólkar sum syngja og spæla við eru m.o. Breiðband, Vitin, 17 Sangarar, Humble Cry, Sirikit, Heini Lützen, Martin Joensen, Credo, Martin í Grund, T.O.S. Teodor Petersen, Oda Sonja, Døgg, Kristin Olsen, Durita Mohr, Rainer, Kristina Bærentsen, Olivia Rasmussen og Ari Samson.
Ein spennandi og annarleiðis konsert í Badmintonhøllini í Klaksvík.
Orð og myndir: Dávur Winther









