Sunnudagin 16. juli verður Atlantic Airways Tórshavn Marathon hildið. Hetta er blivið ein árlig rennikapping, har bæði føroyskir og útlendskir rennarar eru við.
Runnið verður á ymsum teinum. Høvuðskappingin er sjálvandi marathon-renningin, men tað ber eisini til at renna hálvt marathon og ymsar styttri teinar. Stuttleikarenningarnar verða tvær, ávikavist 5,8 km og 3 km.
Marathon-renningin er samstundis kapping um FM heitið, og teir rennarar, sum kappast um hetta heiti, skulu verða limir í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt í Føroyum.
Runnið úr miðbýnum í Havn. Runnið verður fyrst 5,8 km runt í Havnini. Síðan verður runnið móti Kaldbak og aftur til Havnar, fram við Strond. ½ marathon-rennarar venda áðrenn Sundsverkið. Marathon-rennarar venda í Kaldbak.
Renningin byrjar og endar á sama staði í miðbýnum í Havn.
Fyri at renna marathon skal ein hava fylt ella fylla 18 ár í ár, og fyri hálvmarathon er markið 16 ár. Samstundis er miðvís marathonvenjing sjálvandi eisini ein fortreyt. Stuttleikarenningin er fyri øll og er býtt sundur í tveir bólkar. Upp til 12 ár renna 3 km, 13 ár og eldri renna 5,8 km.
Tað ber til at lesa meira um kappingina á torshavnmarathon.com, og har ber eisini til at tekna seg til kappingina.









