Argentina hevði stórar trupuleikar við at spæla seg í HM-endaspælið í Suður-Afrika, men aftaná 1-0 sigurin á Týsklandi í Munchen ígjár, heldur landsliðsvenjarin, Diego Maradona, at Argentina er millum favorittarnar til at vinna heimsmeistaraskapið í fótbólti.
- Eg eri ógvuliga væl nøgdur við hugburðin mínir spælarar sýndu í dystinum. Teir gjørdu tað, sum eg kravdi av teimum. Aftaná 24 ár í oyðimørkini hevur Argentina aftur brúk fyri at gerast heimsmeistari, og spæla vit sum vit gjørdu ímóti Týsklandi, so megna vit hetta, segði Diego Maradona við týskar og argentinskar miðlar aftaná dystin ígjár.
- Tað var ein strævin dystur, men vit vístu, at vit eru eitt gott lið, at vit eru eitt av teimum bestu í heiminum. Vit fara at syrgja fyri at geva tí argentinska fólkinum eitt gott HM, staðfesti Maradona.
Argentina gjørdist heimsmeistari í 1978 og í 1986. HM í Suður-Afrika byrjar tann 11. juni.