Maradona steðgaður av løgguni

Tá Diego Maradona skuldi til Italia at taka lut í einum vælgerðardysti millum filmsstjørnur og sjónleikarar, varð hann handtikin av italsku løgregluni. Italska skattavaldið hevur framvegis eina ákæru móti Maradona, sum sigst skylda á leið 230 mió kr. í skatti. Soleiðis slapp Maradona ikki at taka lut í dystinum, har hann annars var størsta stjørnan, men tað gjørdi nú kanska heldur einki. Dysturin varð nevnliga av ongum, tí veðrið var so vánaligt.