Maradona: Messi hevur onga persónligheit

Argentinskur miðlamaður fangaði eina samtalu millum Diego Maradona og Pelé, har Lionel Messi bleiv vigaður

Sambært argentinsku fótbóltslegenduni, Diego Maradona hevur núverandi besti argentinski fótbóltsspælarin, Lionel Messi onga persónligheit. Talan er ikki um eina almenna útsøgn, men nakað, sum Diego Maradona segði í samtalu við brasilsku fótbóltslegenduna, Pelé.

 

Diego Maradona og Pelé vistu ikki av, tá teir vóru staddir í París í samband við ein fótbóltsdyst fyri einum vælgerandi endamáli, at ein miðlamaður tók samtaluna upp.

 

Undir samtaluni spurdi Pelé Diego Maradona um hann kendi Lionel Messi persónliga. Diego Maradona svaraði: - Lionel Messi er eitt gott fólk, men hann hevur onga persónligheit. Hann manglar eginleikarnar, sum krevjast av einum leiðara, segði Diego Maradona við Pelé. Pelé svaraði: Áh eg skilji. Hann er ikki, sum teir vóru í teimum góðu gomlu døgunum. Í Brasil høvdu vit í 1970-unum spælarar, sum Rivellino, Gerson og Tastao. Ikki, sum Argentina í dag, sum eru nógv tengdir at avrikunum hjá Lionel Messi. 

 

Lionel Messi hevur skorað 50 mál í 107 landsdystum fyri Argentina, men aftaná eina tapta HM-finalu í 2014, og eina tapta Copa America finalu í 2015 hevur Lionel Messi ikki sama hetjustatus, sum Diego Maradona, sum gekk á odda, tá Argentina vann HM-gull í 1986. Tað einasta heitið Lionel Messi hevur vunnið við argentinska landsliðnum er OL-gullið Argentina vann í Beijing í 2008.

 

Um Lionel Messi og Argentina vinna Copa America kappingina, sum er í USA í hesum døgum kann tað tó verða byrjanin til, at Lionel Messi fær ein stjørnustatus í Argentina, sum minnur um tann Diego Maradona hevur í dag.