Maradona kann enda í geglinum

Enn einaferð er rok um argentinska landsliðsvenjaran, Diego Maradona. Eftir tí, sum frættist úr Argenina, so er Maradona rýmdur frá einari bilvanlukku, har tveir persónar vóru løstaðir.

 

Maradona skal hava koyrt inn í eina telefonkiosk, og glassplintruni, sum flugu runt raktu tveir fótgangarar. - Bilurin koyrdi óstøðugt, koyrdi uppá fótgangarateinin og koppaði telefonkioskini. Vit fingu skaða av tí knústa glasinum. Hetta fortelur annað av teimum skaddu fólkunum til argentinskar fjølmiðlar.

 

Maradona noktar kortini fyri, at tað var hann sum koyrdi bilin, tá vanlukkan hendi. - Eg sá Maradona og tveir aðrar menn fara frá bilinum. Greiðir eitt eygnavitni frá. Maradona hevur fingið boð um at møta í rættinum, fyri at fortelja rættinum, hvat tað var, sum hendi.