Fótbóltslegendan Diego Maradon er ikki longur venjari í mexikanska 2. deildarfelagnum Darados de Sinaloa.
58 ára gamli argentinin hevur av heilsuávum lagt starvið frá sær, upplýsir umboðsmaður hansara, Matias Morla.
– Diego Maradona hevur gjørt av ikki at halda fram sum høvuðsvenjari hjá Dorados, sigur Morla á Twitter.
Hann er sum læknarnir siga um at hugsa um heilsuna og skal undir tvær skurðviðgerðir: eina í økslini og eina í knænum, verður sagt.
Maradona hevur sambært tíðindastovuni AP álvarsliga liðagikt og hevur einki brøsk eftir í knøunum.
Hann var settur í starv í september í fjør, og undir hansara leiðslu fluttu Dorados de Sinaloa frá botninum í deildini til ovast.
– Saman skakaðu vit heimin .Vit vístu, at fótbóltur snýr seg um brennandi alsk og hjarta, og tú fert altíð at vera eina Dorado. Takk fyri alt, Diego. Góðan bata, vit síggjast skjótt, skrivar felagið á Twitter.
Fyrrverandi fótbóltsstjørnan hevur fyrr staðið á odda fyri argentinska landsliðnum og feløgunum Al-Wasl FC og Fujairah FC í sameindu Arabisku Emiratunum.
/ritzau/