Fyrr í vikuni fíltist týski landsliðsmiðvallarin Bastian Schweinsteiger, á Argentina og teirra hátt at taka ímóti einum tapi. Hann vísti til seinastu uppgerðina millum liðini í 2006, tá Týskland í fjórðingsfinaluni vann eftir brotssparkskapping. Nú svara Diego Maradona aftur!
Í eini samrøðu við Fox Sports, hugdi Maradona beinleiðis í sjónvarpstólið og segði:
- Hvat bagir Schweinsteiger, ert tú fjálturstungin? (What´s the matter Schweinsteiger? Are you nervoussh?)
- Eg leggi einki í hvat Schweinsteiger sigur um brotsspørk og um at vit ikki tola at tapa. Tað er ein nýggjur dystur hvørja ferð vit spæla og hesin dysturin verður eisini annarleiðis. Vit fara at loypa á teir og tað er tað, sum ger teir fjálturstungnar, sigur Diego Maradona.
Fjórðingsfinalan millum Argentina og Týskland verður í morgin klokkan 15.00.










