Diego Maradona hevur fingið sekkin sum venjarin hjá Al Wasl, sum spælir í bestu deildini í Sameindu Emirríkinum. Orsøkin eru vánaligu úrslitini.
Diego Maradona var settur sum venjari í mai mánaði í fjør, men megnaði bara at enda á áttinda plássi í landskappingini, umframt at tað gekk illa í teimum ymsu steypakappinginum. Fyri einum mánaði síðani fór øll leiðslan í felagnum til hús. Nýggja leiðslan hevur nú valt at geva 51 ára gamla Diego Maradona sparkið.
Diego Maradona verður av mongum mettur sum heimsins besti fótbóltsspælari nakrantíð. Fyribils hevur tað ikki eydnast argentinska bóltsnillinginum at sannføra fótbóltsheimin um hansara evnir sum venjari.
Diego Maradona hevði eitt ár eftir av sáttmálanum við Al Wasl.